Tíðindi

Samfelagsstevnan í Ebenezer 6. - 10. november

4. november 2024

Aftur í ár verður bjóða til samfelagsstevnu í Ebenezer. Byrjað verður við bønamøti mikukvøldið 6. november kl. 20, og møtini halda so fram til sunnukvøldið 10. november.

Heitið á samfelagsstevnuni í ár er: ”Kristus í mær”

Eg eri krossfestur við Kristusi, og nú er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og
lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg
sjálvan fyri meg. Gal. 2.20.

Møtini eru soleiðis: fríggjakvøldið kl. 20.00, leygardagin kl. 15.00 og kl. 19.00, sunnudagin kl. 12.00, kl. 16.00 og kl. 19.00 í Ítróttarhøllini á Hálsi. 

“Opið hús” er fríggjakvøldið kl 22.30 og leygarkvøldið kl. 21.30 eisini í Ítróttarhøllini.

Hini møtini, íroknað morgunmøtið sunnudagin kl. 11.00, verða í Ebenezer.

Nærri kunning um møtini verður lýst á heimasíðuni www.ebenezer.fo.

Havið í huga, at á møtunum hósdag og fríggjadag fyrrapart og seinnapart er høvi frítt at bera ein boðskap fram úr Orði Guds.

Árligi kunningarfundurin verður í Ebenezer leygardagin kl. 10–12.

Innsavningin sunnumorgun fer í ár til trúboðarar. Fyri at geva so mongum sum gjørligt høvi at
stuðla, er eisini møguligt at flyta pening á kt. nr. 9181-495.323.3.

Borðreitt verður við smurdum breyði í Ítróttarhøllini millum møtini sunnudagin seinnapart.
Bøn og ynski okkara er, at Harrin vitjar okkum hesar dagar við Orði og Anda sínum, soleiðis at
øll verða styrkt og uppbygd í trúnni á Harra og Frelsara okkara Jesus Kristus.

Latið okkum biðja, at menniskju koma at kenna Jesus Kristus sum Frelsara og Harra bæði
gjøgnum Orðið, sum kunngjørt verður og gjøgnum samfelag og samtalu.

Útvarpstøðin SJEY sendir beinleiðis frá møtunum í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Fríggjakvøldið kl. 20.00 Evangeliskt møti og kl. 22.30 Opið hús

Leygardagin kl. 15.00 Møti fyri øll ættarlið og kl. 19.00 Evangeliskt møti og kl. 21.30 Opið hús

Sunnudagin kl. 12.00 sunnudagsskúli, kl. 16.00 Uppbyggingarmøti